Innanlands

Varð við harðskapi tvungin at flyta pengar

Trý fólk eru varðhaldsfongslað fyri rán, sum skal vera farið fram á einum gistingarhúsi sunnumorgunin

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2021-04-14 23:35 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Løgreglan fekk sunnumorgunin eina fráboðan frá einum manni, sum við harðskapi skal vera noyddur at flyta pengar á eina kontu, sum ikki var hansara.

Tað veit útvarpið hjá Kringvarpinum.

Trý fólk, ein kvinna og tveir menn, vórðu mánakvøldið varðhaldsfongslað og skuldsett fyri rán. Ein kvinna afturat er skuldsett, men hon er ikki varðhaldsfongslað. Øll nokta seg sek, men onkur teirra sigur seg vera partvís sekan.

Maðurin, sum skal hava verið tvungin at flyta peningin, visti hvørji hesi fólkini vóru.

Hendingin fór fram á einum gistingarhúsi í Havn. Málið hevur ikki samband við rúsevni, sigur Heri Andreassen, leiðari á kanningardeildini hjá løgregluni, við útvarpið.

Upplýst verður ikki hvussu nógvan pening, maðurin varð noyddur at flyta.

Talan er um ung fólk. Í tjúgunum ella yngri enn tjúgu ár.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder