Innanlands

Vandi fyri hýggi í tortillapannukøkum

Fyritøkan Dagrofa ApS afturkallar Banderos tortillawrap við fullkorni, sum eisini eru seldar í føroyskum handlum

2023-03-20 13:53 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Fyritøkan Dagrofa ApS afturkallar nú eitt slag av tortillapannukøkum – ella tortillawraps.

Orsøkin er, at vandi er fyri hýggji í vøruni, og tí er hon ikki egnað til mannaføði, skrivar Heilsufrøðiliga Starvsstovan.

Vørurnar eiga at verða lætnar aftur, haðani tær eru keyptar ella verða beindar burtur.

Talan er um hesa vøru:

Banderos tortillawrap við fullkorni
Nettovekt: 370g
Best fyri: 19.06.2023
EAN-strikukota 7611612700948

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder