Uttanlands

Valúrslitið staðfest: Valfólkini peikaðu á Biden

303 fólk atkvøddu fyri Joe Biden og 232 fyri Donald Trump – harvið er amerikanska forsetavalið avgreitt

Joe Biden 303 - Donald Trump 232 (Mynd: EPA)

Joe Biden 303 - Donald Trump 232 (Mynd: EPA)

2020-12-15 07:24 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Nú er tað ein veruleiki. At komandi forsetin í USA verður demokraturin Joe Biden.

Tað var sligið fast í samlingini av valfólkum í gjárkvøldið, okkara tíð, tá yvir 270 av teimum valdu valfólkunum atkvøddu fyri Joe Biden.

Í meira enn ein mánaða hevur sitandi forsetin, Donald Trump, annars hildið uppá, at tað varð snýtt við valúrslitinum. Men higartil uttan úrslit.

Í gjárkvøldið var vinnarin av amerikanska forsetavalinum harvið alment váttaður, tá fólkaríkasti staturin í USA, Kalifornia, við sínum 55 valfólkum til Biden tryggjaði tær seinastu neyðugu atkvøðurnar til fyrrverandi varaforsetan, skrivar Reuters.

Úrslitið var sostatt greitt áðrenn tær seinastu valfólkaatkvøðurnar vórðu latnar í nátt, okkara tíð.

Sambært blaðnum New York Times, eru tað eingi valfólk, sum hava verið ótrúgv og ikki peikað á tað forsetavalevnið, sum veljararnir í statinum valdu.

Hetta merkir, at Biden fekk 306 atkvøður, meðan Trump fekk 232. Fyri at náa meiriluta kravdist minst 270.

Valfólk úr øllum amerikansku statunum vóru í gjár savnað fyri at lata teirra atkvøður til tann av forsetavalevnunum, sum fekk meirilutan av atkvøðunum í teirra stati.

Vanliga er tað ein formalitetur, men í ár hevur hetta valið havt størri týdning enn undanfarin ár, tí Donald Trump, forseti, hevur sýtt fyri at góðtaka, at hann tapti forsetavalið.

Forsetin hevur aftur og aftur sagt, at tað varð snýtt á valinum. Men tað er ikki eydnast honum at prógva hetta fyri dómstólunum.

Sambært útvarpsstøðini NPR hevur hann reist yvir 50 rættarmál í fleiri statum, men enn ikki fingið viðhald í nøkrum teirra.

Fríggjadagin varð seinasta vónin sløkt í royndunum hjá Trump at broyta valúrslitið, tá hægstirættur vísti aftur einum málið, sum stuðlar í Texas og øðrum statum høvdu reist, skrivar Reuters.


Click the map to create your own at 270toWin.com

 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder