Innanlands

Valtiltak á enskum í kvøld

Election forum on integration - English text below

2022-11-30 16:23 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Í kvøld klokkan 19 verður valtiltak á enskum á Reinsarínum í Havn. Tiltakið er serliga ætlað teimum, sum ikki skilja føroyskt, men øll við áhuga í integratión, tilflyting og útlendingaøkinum eru vælkomin.

Á tiltakinum fáa flokkarnir høvið í stuttum greiða frá teirra politisku sjónarhornum og valskrá, men tað er serliga evnið integratión, sum verður viðgjørt á tiltakinum.

Síðani farna val eru fleiri enn 500 tilflytarar komnir afturat til Føroya. Í januar fingu vit eina integratiónslóg til hoyringar, ið ikki náddi aftur í tingið, áðrenn valið var útskrivað. Í vár hava vit á fyrsta sinni formliga tikið ímóti flóttafólki í Føroyum. Og fleiri enn 400 fólk arbeiða nú í Føroyum gjøgnum fast track-skipanina.

Men hvørjar ætlanir hava politisku flokkarnir á útlendinga- og integratiónsøkinum?
Hvør hevur ábyrgdina av góðari integratión?
Hvussu tryggja vit, at tilflytarar læra føroyska málið?

Hetta eru nakrir av spurningunum, vit spyrja á fundinum í kvøld.

Fundurin byrjar kl. 19 við, at orðstýrarin, Kalpana Vijayavarathan, bjóðar vælkomin. Síðan ferRegin Berg, samfelagsfrøðingur, at greiða frá um politisku skipanina í Føroyum

19.30 verður so pallborðsorðaskifti, har evnini verða:
Integratión: Leiklutir og ábyrgd
Integratión: Undirvísing í føroyskum og føroyska undirvísingarskipanin

Eisini verður møguleiki hjá áhoyrarunum at seta spurningar. Allir politisku flokkarnir verða umboðaðir.

Útlendingastovan, Integratiónssamskiparin í Tórshavnar kommunu, og Amnesty International Føroyar skipa fyri tiltakinum.

Klaksvíkar-, Eystur- og Vága kommuna stuðla stroymingini. Leinkja til stroyming:

https://www.youtube.com/watch?v=EZRtgbRQZBM

--

Newsletter

Election forum on integration, in English

On Wednesday, November 30th at 7 pm, an election forum in English will be held at Reinsaríð. The forum is organized especially for those who do not speak English, but we also welcome everyone who has an interest in integration and migration.

Since the last election, more than 500 immigrants have moved to the Faroes. In January this year, an integration bill was sent for cross-examination, but unfortunately, it was not presented in the parliament before the snap election was called. This spring, the Faroes received its very first refugees from Ukraine. In addition, we have over 400 workers in the Faroes who have come through the Fast-Track program.

However, what plans do the political parties have regarding migration and immigration? Who is responsible for good integration? How can we ensure that immigrants learn the Faroese language?

These are some of the questions we will ask in the forum on November 30 th .

The program for the evening:
19.00 Kalpana Vijayavarathan, moderator.
19.10 Regin Berg, social scientist, explains the political system in the Faroe Islands
19.30 Panel discussion: The themes are:
Integration: Roles and responsibilities
Integration: Faroese language course and the Faroese language education program

The audience will have an opportunity to ask the political candidates their questions. All the political parties are represented in the election forum. Everyone is welcome to attend.

Útlendingastovan, The Integration coordinator from Tórshavn municipality, and Amnesty International Føroyar are the organizer of the election forum.

Streaming is sponsored by: Klasvík, Vága, and Eystur municipalities.

Link to streaming: https://www.youtube.com/watch?v=EZRtgbRQZBM 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder