placeholder
Innanlands

Valfundur við valevnum úr Eysturoynni mánakvøldið

Vælferðarøki, átøk í fíggjarkreppu, umframt grønt orkuskifti og veðurlagspolitikkur verða evnini í Løkshøll. Umboð fyri flokkarnar sleppa eisini at leggja hjartamálini fram

Orðstýrari er Óluva Zachariasen. Valfundurin mánadagin byrjar klokkan 19.30 (Mynd: Jens Kr. Vang)

Orðstýrari er Óluva Zachariasen. Valfundurin mánadagin byrjar klokkan 19.30 (Mynd: Jens Kr. Vang)

2022-12-02 10:56 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Kringvarpið hevur ikki skipað fyri nøkrum valfundi í Eysturoynni, men ymisk feløg í Eysturoynni hava sett almennar valfundur á skrá - millum annað var ein á Strondum í síðstu viku.

Kongshavnar Kvinnufelag boðar í tíðindaskrivi frá, at skipað verður fyri valfundi í Løkshøll við valevnum, sum eru uppstillaði í Eysturoynni. Valfundurin verður mánadagin.

Vælferðarøki, átøk í fíggjarkreppu, umframt grønt orkuskifti og veðurlagspolitikkur verða evnini mánakvøldið. Umboð fyri flokkarnar sleppa eisini at leggja hjartamálini fram.

Valfundurin byrjar í Løkshøll mánakvøldið 5. desember klokkan 19.30. Óluva Zachariasen verður orðstýrari.

- Fundurin endar kl. 21 og tá er høvi at fáa sær kaffi, kakur og prát í kantinuni.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder