Innanlands

Valfundur um mentan á Reinsarínum hóskvøldið

Valevni úr øllum flokkunum luttaka, umframt at Dánjal á Neystabø og Jón Sonni Jensen eisini eru í panelinum, har teir umboða list og mentan, ið er einasta evni á valfundinum

 - Tað hevur verið ógvuliga soltið við mentan í valstríðnum, men nú sleppa valevnini ikki at snúgva sær meir. Vit hava boðið valevnum úr øllum flokkunum oman á Reinsaríð, har einasta evnið á skránni er mentan. Ongin tunnil, loysing ella samband -  bara mentan

 - Tað hevur verið ógvuliga soltið við mentan í valstríðnum, men nú sleppa valevnini ikki at snúgva sær meir. Vit hava boðið valevnum úr øllum flokkunum oman á Reinsaríð, har einasta evnið á skránni er mentan. Ongin tunnil, loysing ella samband -  bara mentan

2022-11-29 15:55 Author image
Agnar Prestá
placeholder

 - Tað hevur verið ógvuliga soltið við mentan í valstríðnum, men nú sleppa valevnini ikki at snúgva sær meir. Vit hava boðið valevnum úr øllum flokkunum oman á Reinsaríð, har einasta evnið á skránni er mentan. Ongin tunnil, loysing ella samband -  bara mentan. 

Soleiðis skrivar Tórsgøta í tíðindaskrivi um valfundin, sum er á skránni í Reinsarínum hóskvøldið.

Valevni úr øllum flokkunum luttaka, og Dánjal á Neystabø og Jón Sonni luttaka eisini í panelinum, har teir umboða list og mentan.

Tórsgøta skrivar, at tiltakið millum annað er ætlað teimum, ið brenna fyri mentan, og eisini er fyri at geva eina fatan av, at hvat valevnini og flokkarnir hugsa um evni.
Møguleiki verður eisini fyri at seta spurningar. 

Óluva Zachariassen verður orðstýrari. Valfundurin byrjar klokkan 20 hósdagin.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder