Spennandi valfundur verður í stórasali í bygdahúsinum á Strondum í morgin, mikukvøldið 30. november klokkan 20.00.
Luttakarar á fundinum eru:
A: Eivind Jacobsen
B: Helgi Abrahamsen
C: Helga Bára Mohr Vang
D: Sámal Petur í Grund
E: Annita á Fríðriksmørk
F: Jákup Petur Eliassen
H: Ólavur í Geil
Skráin fyri kvøldið verður, at valevnini í fyrsta umfari sleppa at greiða veljaranum frá sínum boðskapi. Síðani verður orðaskifti millum pallborðsgestirnar, og at enda verður lagt upp til, at áhoyrararnir kunnu seta spurningar til valevnini.
Aftaná fundin verður drekkamunnur við onkrum søtum afturvið, har fólk eisini fáa møguleikan at tosa við valevnini.
Sjóvar kommuna
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald