Uttanlands

Val í Grønlandi: IA stendur til at gerast størsti flokkur

Inuit Ataqatigiit hevur í løtuni 36,6 prosent av atkvøðunum, men enn eru tey ikki liðug at telja upp

Her verða atkvøður taldar í Nuuk (Mynd: EPA)

Her verða atkvøður taldar í Nuuk (Mynd: EPA)

2021-04-07 07:25 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í Grønlandi eru meira enn helvtin av atkvøðunum nú taldar upp, og Inuit Ataqatigiit (IA) stendur til at gerast størsti flokkur í grønlendska landstinginum.

Í løtuni eru 27.079 atkvøður taldar upp. 41.126 hava valrætt í Grønlandi. IA stendur í løtuni til at fáa 36,6 prosent av atkvøðunum, sambært grønlendsku heimasíðuni val.gl.

Stjórnarflokkurin, Siumut stendur í løtuni til at fáa 29,4 prosent av atkvøðunum.

Um hetta heldur fram, verður IA størsti flokkur, og fær hann sostatt fyrsturætt at skipa stjórn. Skipar flokkurin stjórn verður tað bert aðru ferð síðan 1979, at Siumut ikki stendur á odda fyri grønlendska landsstýrið, Naalakkersuisut, skrivar Ritzau.

IA hevur m.a. framgongd í høvuðsstaðnum Nuuk. Innanhýsis stríð hevur verið í Siumut seinastu tíðina. Flokkurin skifti formann í november, og mett verður, at hetta hevur havt neiliga ávirkan á valúrslitið hjá flokkinum.

Á valinum í 2018 fóru 29.294 á val. Tá høvdu 40.769 valrætt í Grønlandi.

Í 2018 fingu Siumut og IA ávikavíst 27,2 og 25,5 prosent av atkvøðunum.

placeholder
placeholder