Innanlands

Vaktarskifti á vatnverkinum í Runavíkar kommunu

53 ára gamli Jacob Henrik Egholm Eskildsen avloysir Herman á Líknargøtu, ið nærkast sjeyti árum. Hann heldur tó fram ráðgevi í eina tíð. Vatkrarskifti fer fram 1. februar

Henrik Eskildsen til høgru við fremra borðið - eitt av ítrivum hansara er at telva (Mynd: runavik.fo)

Henrik Eskildsen til høgru við fremra borðið - eitt av ítrivum hansara er at telva (Mynd: runavik.fo)

2021-01-28 12:29 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Runavíka kommuna skrivar, at tað vóru nógvir umsøknir til starvið sum vatnmeistari - eitt starv ið Jacob Henrik Egholm Eskildsen byrjar í 1. februar

 - Í 1989 var Henrik avlærdur sum húsasmiður, og í 1999 fekk hann prógv sum maskinverkfrøðingur á Verkfrøðingaskúlanum í Horsens. Umframt aðrar arbeiðsroyndir hevur hann seinastu 10 árini verið rakstrarleiðari hjá SEV í Norðurøkinum, har hann m.a. hevur havt ábyrgdina fyri kaðallegging, eftirliti við linjum, uppseting av transformatorstøðum v.m., og í hesum sambandi hevur hann havt nógv samskifti við kommunur, Landsverk og aðrar stovnar um graviloyvir, arbeiðsloyvir o.a. Henrik Eskildsen er 53 ára gamal. Hann og konan eiga trý børn og búgva undir Gøtueiði. Eitt av ítrivum hansara er at telva við talvfelagnum, sum heldur til í gamla skúlanum á Glyvrum.

Soleiðis skrivar heimasíðan um nýggja vatnmeistaran. Henrik skal avloysa Herman á Líknargøtu, sum  fyllir 70 ár í mai mánaða í ár og fyri at tryggja eitt lagaligt vaktarskifti, verður hann nú ráðgevi hjá nýggja vatnmeistaranum, umframt at hann fer at taka sær av øðrum uppgávum í kommunala høpinum komandi tíðina.
 
Heimasíðan runavik.fo skrivar, at fyrsti vatnmeistarin í Runavíkar kommunu var Pedda á Vollanum, og at síðani eru stórar broytingar hendar við vatnverkinum - serliga síðani Herman á Líknargøtu tók við miðskeiðis í 1980-árunum. 
 
-  Umframt tøkniligu menningina á økinum er kommunan vorðin væl størri, eftir at fimm kommunur í Eysturoy – Funnings, Elduvíkar, Oyndarfjarðar, Skála og Runavíkar - kastaðu saman í eina eind nakað inn í hesa øldina. Undir hansara leiðslu hevur vatnverkið, veitari til 15 bygdir í oynni, ment seg til at vera millum fremstu vatnverk í landinum. Í løtuni verða útbyggingar gjørdar í Oyndarfirði, soleiðis, at bygdin um stutta tíð fær sóttreinsað vatn.


 


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder