Innanlands

Fleiri skiljistøðir settar upp í høvuðsstaðnum

Skiljistøðir eru nú í Tórsbyrgi, á Óðinshædd, við íbúðirnar á Fløtum, við túnini í Havn, við Finsen, við Karlamagnusarbreyt, undir Kongavarða, á Norðasta horni og nú eisini Millum Gilja, á Íslandsvegnum og í Gundadali. Ætlanin er at halda fram við arbeiðinum at seta støðir upp, sigur Tórshavnar kommuna.

Skiljistøðir eru m.a. settar upp Millum Gilja (Mynd: Tórshavnar kommuna)

Skiljistøðir eru m.a. settar upp Millum Gilja (Mynd: Tórshavnar kommuna)

2026-11-28 18:56 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í fjør summar byrjaði Tórshavnar kommuna at seta skiljistøðir upp í grannaløgum í býnum. Fólk hava tikið sera væl ímóti skiljistøðunum, og tí eru enn fleiri skiljistøðir settar upp hesa vikuna.

Skiljistøðir eru nú í Tórsbyrgi, á Óðinshædd, við íbúðirnar á Fløtum, við túnini í Havn, við Finsen, við Karlamagnusarbreyt, undir Kongavarða, á Norðasta horni og nú eisini Millum Gilja, á Íslandsvegnum og í Gundadali.

Við nýggju skiljistøðunum, fevnir verkætlanin “Nærskiljing í grannalagnum” um yvir 1.300 húski. Ætlanin er at halda fram við arbeiðinum at seta støðir upp runt í býnum. Somuleiðis kunnu aðrir burturkastbólkar leggjast afturat skiljistøðunum í framtíðini, skrivar kommunan.

Hetta fyrsta árið vísir, at tað er neyðugt at tøma ruskspannirnar við glasi 6. hvørja viku og tær við metalli 12. hvørja viku.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder