Innanlands

Vaksandi ferðsla í Eysturoyartunlinum

Í miðal 5220 akfør koyrdu í Eysturoyartunlinum í mai mánað. Tað eru næstan 1000 akfør fleiri enn sama mánað í fjør

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

2022-06-03 10:50 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Miðalferðslan í Eysturoyartunlinum økist støðugt. Í mai mánað koyrdu í miðal 5220 bilar í tunlinum um dagin.

Hetta er næstan 1000 akfør fleiri enn í mai 2021 tá 4383 akfør koyrdu í tunlinum.

4.512 akfør koyrdu millum Eysturoynna og Streymoynna í mai meðan 707 akfør koyrdu millum Strendur og Rókina.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder