Innanlands

Vágur: Arbeiða við at lækka kommunuskattin

Mettu inntøkurnar veræa væl hægri enn metingin ljóðaði

(Savnsmynd: Bjartur Vest)

(Savnsmynd: Bjartur Vest)

2022-11-15 10:14 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Í samband við fíggjarætlanararbeiði fyri 2023, arbeiðir meirlutin í Vágs býráð, tað er Javnaðarflokkurin og Sambandsflokkurin, við at lækka skattaprosenti fyri 2023.

Í løtuni er skattaprosenti í Vágs kommunu 21,50 prosent.

- Skattainntøkurnar fyri 2022 hava verið góðar, framrokningin vísir, at persónskattainntøkan hjá kommununi verður umleið 49 millónir krónur, sum eru góðar 5 milliónir meira enn Taks metti Vágs kommunu at fáa inn í 2022. Og tá inntøkurnar hava verið so góðar, so vilja okur geva borgarnum nakað aftur, sigur Bjarni Johansen, borgarstjóri, í fráboðan.

Borgarstjórin letur væl at skattainntøkunum. Tað hevur verið støðugt arbeiði hjá vinnufyritøkunum í Vágs kommunu og hetta smittar av í kommunukassanum, og vónin er, at hetta heldur fram komandi ár.

Taks hevur mett Vágs Kommunu at fáa slakar 47 milliónir krónur í persónsskatti fyri 2023. 

Onki verður sagt um, hvussu stór ætlaða lækkingin í kommunuskattinum verður. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder