Innanlands

Vágs Timburhandil 2,9 milliónir krónur í avlopi

Bygma Balslev keypti fyrr í ár Vágs Timburhandil. Gomlu eigararnir hava sambært roknskapinum fyri 2021 fingið 7,2 milliónir í vinningsbýti

Júst í Túni Vang, fíggjarstjóri, Sjúrður Olsen, stjóri, Helgi Kristiansen, leiðari í Bygma Suðuroy, Peter Schepler, Regionschef Bygma Nord (Mynd: Bygma Balslev)

Júst í Túni Vang, fíggjarstjóri, Sjúrður Olsen, stjóri, Helgi Kristiansen, leiðari í Bygma Suðuroy, Peter Schepler, Regionschef Bygma Nord (Mynd: Bygma Balslev)

2022-07-29 08:24 Author image
Birgir Nielsen, Nira
placeholder

Vágs Timburhandil, sum í mars í ár fráboðaði, at teir vóru uppkeyptir av Bygma Balslev, hevði umleið 1 mió.kr. lægri úrslit í 2021 sammett við 2020.

Kortini hava partaeigararnir fingið 7,2 mió.kr. út í vinningsbýti, sum helst eisini er gjørt í sambandi við eigaraskifti til Bygma Balslev.

[object Object]

Bruttovinningurin hjá felagnum vísti eina lækking úr 9,5 mió.kr. í 2020 til 8 mió.kr. í 2021. Talan er um eina lækking á 1,5 mió.kr. ella 15,8 prosent. Hóast nettosølan ikki er upplýst í roknskapinum, er mest sannlýkt at falli í bruttovinninginum stavar frá eini minkandi sølu í 2021.

Rakstrarúrslitið áðrenn avskrivingar, eisini nevnt ebidta, minkaði úr 5,8 mió.kr. í 2020 til 4,6 mió.kr. í 2021. Talan er um eina minking á 1,2 mió.kr. ella 21 prosent.

Ársúrslitið í 2021 var 2,9 mió.kr. sammett við 3,8 mió.kr. í 2020. Talan var um eitt minkandi úrslit á 915 tkr. ella 24 prosent.

Fíggjarjavnin hjá Vágs Timburhandli øktist úr 25,7 mió.kr. í 2020 til 27,2 mió.kr. í 2021.

Høvuðspostarnir á ognarsíðuni í fíggjarstøðuni í 2021 eru støðisogn, 7,8 mió.kr. og ogn í umferð, 19,5 mió.kr. Serliga kann viðmerkjast at vørugoymslan í 2021 er økt við 1 mió.kr. til 9,4 mió.kr. og áogn er økt við 1,3 mió.kr. til 7 mió.kr. Tøki peningurin í 2021 var 2,8 mió.kr., sum er áleið tað sama sum í 2020.

Skyldur felagsins vísa at langfrestaða skuldin er niðurgoldin úr 5,9 mió.kr. í 2020 til 5,2 mio.kr. í 2021. Stuttfreistaða skuldin er økt úr 4,4 mió.kr. í 2020 til 5,7 mió.kr. í 2021.

Eginpeningurin hjá Vágs Timburhandil var í 2021 í alt 15,7 mió.kr. Tá var vinningsbýti á 7,2 mio.kr. íroknað eginpeninginum. Trygdarevnið, sum er eginpeningur í mun til samlaðar skyldur, var 57,6 prosent, sum má metast at verða gott.

Gjaldførið hjá Vágs Timburhandli var sera gott í 2021, tá hugt verður eftir lyklatalinum ”gjaldførislutfall”, sum var 338 prosent samanborið við 395 prosent í 2020.

Lyklatølini vísa eisini at talan hevur verið um eitt gott ár. Ognaravkastið var 14 prosent í 2021 sammett við 19 prosent í 2020. Eginpeningsavkastið var 41 prosent í 2021 sammett við 37 prosent í 2020.

Samanumtikið er talan um eitt rímuliga gott úrslit hjá Vágs Timburhandli, hóast talan var um eitt nakað lakari úrslit enn 2020.

Eigari av Vágs Timburhandli P/F við árslok 2021 var VT Holding Sp/f. Sum sagt hevur hevur Bygma Balslev P/F keypt Vágs Timburhandil í mars 2022.

Stjóri í Vágs Timburhandli P/F er við árslok 2021 Helgi Kristiansen. Nevndarforkvinna var Gurið Kallsberg Kristiansen.

Í sambandi við yvirtøkuna av Vágs Timburhandil í mars 2022, var upplýst, at Vágs Timburhandil broytir navn til Bygma Suðuroy og Helgi Kristiansen heldur fram sum leiðari, somuleiðis halda øll starvsfólkini fram.

Greiningin er gjørd av Birgir Nielsen frá ráðgevarafyritøkuni Nira Sp/f. www.nira.fo

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder