Innanlands

Vágs kommuna lækkar skattin við 0,2 prosentstigum

Fíggjarætlanin fyri 2023 varð samtykt á býráðsfundi í gjárkvøldið

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2022-11-29 09:31 Author image
Innsent
placeholder

Vágs Býráð samtykti á býráðsfundinum mánakvøldið fíggjarætlanina fyri 2023 við aðru viðgerð.

Skattaprosentið fyri 2023 veður lækkað úr 21,50 prosentum til 21,30 prosent, meðan barnafrádrátturin verður tann sami, 6.000 krónur fyri barnið.

Inntøkurnar hjá Vágs Kommunu komandi ár eru mettar til 71,6 milliónir krónur. Rakstrarútreiðslurnar verða 62,5 milliónir, løgurnar 7,9 milliónir og eitt RLÚ á 1,2 milliónir krónur, sum verður til at gjalda niður skuld.

Høvuðstøl í fíggjarætlanini

Skattainntøkurnar hjá Vágs Kommunu eru mettar til 46, 6 milliónir krónur. Eftirlønarskattur er mettur til 16,0 milliónir, DiS, FAS og frádráttir verða 4,1 milliónir meðan partafelagsskatturin er mettur til 3,0 milliónir krónur. Leiguinntøkurnar av ellisheiminum Hamragarð eru 1,8 milliónir krónur. Inntøkurnar eru mettar til at verða góðar 4,3 milliónir krónur hægri í 2023 í mun til 2022. Skattalættin á 0,2 prosentstig kostar á leið eina hálva millión krónur, og Bjarni Johansen borgarstjóri vónar, at hetta vil lætta um hjá borgarum í Vágs Kommunu. Borgarstjórin leggur aftrat, at í fjør var barnafrádrátturin hækkaður við 500 krónum fyri barnið, og tí verður skattaprosentið dagført í ár.

Raksturin av tænastum, sum Vágs kommuna skipar sjálv og í samstarvi við kommunurnar í Suðuroynni, er í 2023 mettur at kosta áleið 61,5 milliónir krónur. Hetta er áleið 2,7 milliónir hægri enn í 2022. Tað er serliga almanna- og heilsumál, børn og ung umframt mentan og frítíð, sum økja um raksturin.

Vágs kommuna fer komandi ár at rinda góðar 3,0 milliónir krónur í skuld. Renturnar eru í 2023 mettar at verða góðar 300.000 krónur.

Raðfestingar í 2023

Vágs kommuna fer í 2023 at gera íløgur fyri 7,85 milliónir krónur.

Fyrr í ár keypti kommunan grannahúsið við barnagarðin Eikilund. Byrja varð at seta húsið í stand beinanvegin og heldur hetta arbeiðið fram í 2023 soleiðis, at húsið kann takast í nýtslu sum skjótast.

Somuleiðis hevur Ungdómshúsið fingið eina dagføring í ár, og heldur tað arbeiði fram í 2023.

Vágs skúli hevur gjøgnum fleiri ár verið raðfestur við dagføringum, og heldur tað arbeiði fram í 2023, har hølisviðurskiftini skulu dagførast.

Tað er av stórum týdningi at kommunurnar og tað almanna ganga undan ísamband við tað gørna orkuskifti, og tí hevur Vágs Kommunua set av hálvaaðru millión krónur til orkuskifti í 2023 har Páls Høll millum annað skal hava eina varandi grøna orkuloysn.

Á tí tekniska økinum er peningur settur at til at gera vegin lidnan í nýggja kirkjugarði, keyp av nýggjari gravmaskinu og til asfaltering, sum er ein týðandi partur av viðlíkahaldinum av vegakervinum í Vágs kommunu.

Á havnaøkinum eru settar 1,5 milliónir til dagføringar av bátahylinum á Oyrunum.

Hildi verður fram at uppraðfesta mentanar- og trivnaðarøki. Tvær milliónir krónur eru settur av til framhald av fiskaplássinum á Løðhamari, sum eftir ætlan skal verða ein miðpallur í Vágs kommunu innan mentanar- og trivnaðarøki, skrivar Bjarni Johansen, borgarstjóri, í skrivi frá Vágs kommunu. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder