Innanlands

Vága kommuna: Arbeitt verður við at finna eina loysn

Arbeitt verður við at finna eina loysn, so vágafólk sleppa undan at fara av oynni at kanna seg fyri koronu

Sunnudagin lótu uml. 500 fólk seg kanna í Miðvági (Mynd: Vága kommuna)

Sunnudagin lótu uml. 500 fólk seg kanna í Miðvági (Mynd: Vága kommuna)

2021-11-10 12:14 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Vága kommuna arbeiðir við at finna eina loysn, so sleppast kann undan, at borgarar í Vágum skulu av oynni at kanna seg fyri koronu.

– Vit skilja sera væl okkara borgarar, ið eru í eini keðiligari støðu, men vónandi finna vit eina loysn skjótast gjørligt, sigur Bjarni Prior, borgarstjóri.

Tað er ein sannroynd at smittutølini í Vágum økjast, og tað er eitt sera stórt trýst á kommununa, og sjúkrahúsverkið sum heild av íkomni støðuni. Kommunan hevur seinastu dagarnar arbeitt á øllum mótum, saman við einum sera trýstum sjúkrahúsverki, at finna eina loysn, so umgangast kann, at borgarar í Vágum skulu av oynni til kanningar, skrivar Vága kommuna á heimasíðuna.

Kannað varð í Miðvági sunnudagin, og tá lótu uml. 500 fólk seg kanna. Tað er 15 prosent av øllum borgarum í oynni, og vísti hetta, sambært kommununi, at at tørvurin at hava eina kanningarstøð í Vágum er stórur.

Sambært korona.fo vórðu 11 smittutilburðir staðfestir í Vágum sunnudagin.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder