Uttanlands

Vænta eisini lastbilar í Washington D.C.

Í sambandi við, at forsetin, Joe Biden skal halda røðu fyri Kongressini 1. mars, fara lastbilsførarar at skipa fyri mótmæliskoyring úr Kalifornia til Washington D.C., og í hesum sambandi verður trygdin herd, sigur lokala løgreglan

Mótmælisfólk í kanadiska høvuðsstaðum Ottawa (Mynd: EPA)

Mótmælisfólk í kanadiska høvuðsstaðum Ottawa (Mynd: EPA)

2022-02-19 11:19 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Seinastu vikurnar hevur stóra mótmæliskoyringin "The Freedom Convoy" elvt til trupulleikar í Kanada, og í amerikanska høvuðsstaðnum Washington D.C. fyrireikar løgreglan seg nú eisini uppá at taka ímóti lastbilum 1. mars, tá amerikanski forsetin, Joe Biden eftir ætlan skal halda røðu fyri Kongressini.

Í hesum sambandi verður trygdin herd. Amerikanski miðilin Newsweek boðaði í gjár frá, at ein bólkur av amerikonskum lastbilførarum ætla at seta kós móti Washington D.C. úr Kalifornia mikusdagin 23. februar. Hendan rørslan hevur fingið heitið "The People's Convoy".

Uml. 1000 lastbilførarar væntast at luttaka. Túrurin til Washington D.C úr kaliforniska býnum Barstow er yvir 4.000 kilometrar langur og tekur uml. 37 tímar, skrivar Ritzau.

Mótmælini í Kanada byrjaðu orsakað av einum kravi um, at lastbilførarar skuldu verða koppsettir fyri koronu, um teir koyra um markið til USA, annars skulu teir í sóttarhald við heimkomu. Mótmælið fór síðani til at snúgva seg um koronupolitikkin hjá stjórnini sum heild.

Sum áður nevnt, fer Joe Biden at halda røðu fyri Kongressini 1. mars. Tá fer hann at greiða frá støðuni í landinum – frá farna árinum og hvørjar vónir eru fyri nýggja árinum. Á enskum verður røðan nevnd "State of the Union".

Røðan plagar at verða hildin í januar ella februar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder