Eftir fleiri ár við vøkstri flytur Geymin nú í nýggj hølir á Argjum. Flytingin er eitt natúrligt stig í menningini hjá felagnum, sum í dag tænir meira enn 500 vinnukundum kring landið.
Nýggja adressan hjá felagnum er Kvíggjartún 8 á Argjum, har betri karmar eru fyri bæði verandi virksemi og víðari vøkstri.
– Vit hava havt støðugan vøkstur seinastu árini, og tørvurin á plássi og betri karmum er vaksin samsvarandi. Nýggju hølini geva okkum møguleika at vaksa víðari – samstundis sum vit fáa eina snøgga og innbjóðandi kundamóttøku, sigur Rúni Brimvík, stjóri í Geymanum.
Hjá Geymanum snýr arbeiðið seg ikki bara um tøkni, men um at skilja tørvin hjá kundanum og veita KT-loysnir, sum veruliga gera mun í gerandisdegnum.
– Okkara arbeiði snýr seg ikki bara um tøkni – men um at skilja kundan og veita eina heildarloysn, sum ger arbeiðsdagin lættari og betri hjá kundanum. Vit hava fakligan stoltleika og arbeiða miðvíst við at menna snildar og haldgóðar KT-loysnir, har dygd, stabilitetur og kundanøgdsemi eru hornasteinarnir í arbeiðinum, sigur Rúni.
Í dag er Geymin ein heildarveitari av KT-loysnum til bæði smærri og størri vinnurekandi, har dentur er lagdur á at veita einfaldar og vælvirkandi loysnir, sum gera gerandisdagin lættari og meira effektivan hjá kundanum.
Felagið Geymin varð stovnað í 2019.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald