Tað verður ein hópur av tónleikaframførslum við kendum og góðum tónleikarum, sum fara at seta sín dám á ársins fyrsta bátafestival, sum verður á Toftum leygardagin. Eisini vera nøkur spennandi lokal nøvn, Arne Carlsen og sjálvandi unga songkvinnan Jóhanna Sámalsdóttir, sym fara at syngja fyri gestunum á bátafestivalinum.
Fyrireikararnir hava altíð syrgt fyri, at tónleikaparturin er góður, men í ár er gjørt uppaftur meira burtur úr hesum partinum.
Eftir at festivalurin er settur og fólkið komið væl til rættis á festivaløkinum, byrjar tónleikur í tjaldinum klokkan 15, har seks tónleikaframførslur vera. Millum tey, ið framføra verða tvey av teimum, sum vístu sínar góðu sanggávur í sjónvarpssendingunum Hoydalar, nevniliga Bjarki V. Trondesen og lokala Jóhanna Sámalsdóttir.
Hinar tónleika framførslurnar vera við Jón Eliassen, 2Some, Arna Carlsen, Kim Hansen, Lív & Tróndur, Fuglafjarðar Harmonikufelag og sum rosinan í pylsuendanum kemur Hallur Joensen at spæla til dans, sum hann hevur gjørt øll árini, sum bátafestivalur hevur verið á Toftum.
Skráin fyri Bátafestivalin sær soleiðis út:
Kl 11: Bátarnir møtast inni í Skálafirði
Kl 11:30: Sigla ímóti Toftum
Kl 12:30: Nes Sóknar hornorkestur byrjar at spæla vid bátahylin í Oyrunum
Kl 13: Bátarnir koma í Oyrarnar á Toftum
Kl 13: Andlitsmáling
Kl 13: Kaffisøla og tombola í festivaltjaldinum
– Kvinnufelagið ogTofta Talvfelag skipa fyri báðum tiltøkunum
Kl 13:30: Niclas Davidsen heldur vælkomurøðu í tjaldinum
Kl 13:30 Hoppiborgir v.m. á festivaløkinum
Kl 13.30 til kl.14.45: Suppa til øll í tjaldinum
Kl 13.30: Harmonikurnar byrja at spæla í tjaldinum
Kl 14: Pylsuvognurin letur upp á festivaløkinum
Kl 14:30: Skattaveiða fyri børn
Kl 15: Sølan av festivalbúffunum byrjar
Kl 15: Jón Eliassen syngur í tjaldinum
Kl 15:45: 2some syngja í tjaldinum
Kl 16:45: Bjarki v. Trondesen syngur í tjaldinum
Kl 17:30: Jóhanna Sámalsdóttir syngur í tjaldinum
Kl 18.15: Kim Hansen syngur í tjaldinum
Kl 19: Lív Næs & Tróndur Enni syngja í tjaldinum
Kl 20 til 21.30: Syngið við tiltak við Fuglafjarðar Harmonikufelag
Kl 23 til 04: Dansur við Hallur Joensen Band
![]()
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald