Innanlands

Útvarpið verður at hoyra í nýggju tunlunum

Tað sigur Dennis Holm, landsstýrismaður við samferðslumálum í svari til fyrispurning, sum Eirikur í Jákupsstovu, tingmaður hevur sett

Norðoyatunnilin (Savnsmynd: Ólavur Frederiksen)

Norðoyatunnilin (Savnsmynd: Ólavur Frederiksen)

2023-03-21 19:52 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Útvarpið hjá Kringvarpinum verður at hoyra í tunlunum Norður um Fjall, Dalstunlinum og Fámjinstunlinum, tá teir verða lidnir.

Tað sigur Dennis Holm, landsstýrismaður við samferðslumálum í svari til fyrispurning, sum Eirikur í Jákupsstovu, tingmaður fyri Tjóðveldi hevur sett.

Tingmaðurin vildi m.a. hava at vita, hvørjum tunlum útvarpið hoyrist í, og um ætlanin var at skipa fyri, at útvarpið hoyrist í fleiri tunlum.

Ein spurningur um trygd

Í viðmerking til fyrispurningin varð m.a. víst á, at tað kann vera ein spurningur um trygd, har útvarpið hjá Kringvarpinum er ein partur av tilbúgvingini.

– Tað er helst avmarkað, hvussu ofta tað er viðkomandi í teimum tunlunum, har útvarpið ikki hoyrist í dag, men tað kann vera sera álvarsligt, um ein slík støða er. Tí er tað eisini ein spurningur um kensluna av tryggleika hjá teimum, sum brúka hesar tunlarnar.

Eisini vísti Eirikur í Jákupsstovu á, at fólk, sum brúka tunlarnar rinda kringvarpsgjald fyri eitt útvarp, sum tey ein part av tíðini ikki hava møguleika at hoyra.

– Kringvarpsgjaldið er heldur ikki onki eftir hondini, og tað skal rindast uttan mun til, um útvarpið hoyrist ella ikki. Tað eru helst fleiri bólkar, sum av ymiskum orsøkum ikki brúka Kringvarpið, men tað er fyri summi ein keðilig kensla at rinda fyri eitt útvarp, sum mann ein part av tíðini ongan møguleika hevur at hoyra.

Verður at hoyra í nýggju tunlunum

Landsverk varðar av 18 tunlum, og fýra tunlar eru í gerð, sum koma í staðin fyri verandi farleiðir hjá landinum. Harumframt eru Vágatunnilin, Norðoyatunnilin og Eystur-og Sandoyartunlar. Útvarpið hjá Kringvarpi Føroya hoyrist í Hovstunlinum, Hvalbiartunlinum, Kollfjarðartunlinum, Leynatunlinum, Norðskálatunlinum, Leirvíkstunlinum, Vágatunlinum, Eysturoyartunlinum, og Norðoyatunlinum.

Sambært landsstýrismanninum er mannagongdin hjá Landsverki tann, at tá nýggir tunlar verða gjørdir, verða tekniskar innstallatiónir, herímillum nýmótans trygdarútgerð, løgd inn í tunlarnar. Útbúnaður verður settur upp sum ein partur av hesi innlegging, soleiðis at útvarpið hjá Kringvarpinum hoyrist í tunlunum. Sostatt er tað ætlanin, at útvarpið eisini verður at hoyra í nýggju tunlunum.

Útvarpið hoyrist tó ikki í Viðareiðistunlinum, sum var liðugur í 2016. Orsøkin er, sambært Landsverki, at játtan ikki var til endamálið.

Nýtmótans útgerð løgd inn í gamlar tunlar

Harumframt er tað soleiðis, at tá gamlir tunlar verða dagførdir, har nýmótans trygdarútgerð verður løgd inn í tunlarnar, er ein sjálvsagdur partur av hesum, at útvarp eisini verður lagt inn í tunnilin. Hetta varð gjørt, tá Norðskálatunnilin og Leynatunnilin vórðu dagførdir.

Privatu rásirnar fáa vanliga eisini í boði at vera við í tunlunum, um tær gjalda meirkostnaðin av hesum innleggingum, ið vanliga er ein eyka sendari til hvønn tunnil, sigur Dennis Holm.

Áður eru eisini royndir gjørdar at seta upp útbúnað í Kollfjarðartunlinum og Leirvíkstunlinum soleiðis, at útvarp hoyrist uttan annars at gera allar dagføringar. Tí hoyrist útvarpið eisini í hesum tunlum, men ikki eins væl sum, tá útvarpið er partur av tilbúgvingini, og útbúnaðurin er heldur ikki eins haldgóður í tunlinum.

Í fjør varð útgerðin í Kollfjarðartunlinum tó dagførd, har tann nýggjara útgerðin varð løgd inn, soleiðisat útvarpið kann hoyrast betri.

Antennukaðal varð lagdur gjøgnum allan tunnilin, og sendiútgerð sett upp, soleiðis at tað er møguligt at hoyra seks rásir. Hetta kostar 650.000 krónur, ið er ein vegleiðandi prísur, sum kann brúkast, um ein ynskir at hoyra útvarpið í øðrum tunlum, sigur landsstýrismaðurin, sum leggur afturat, at hann fer at umrøða málið við Landsverk í sambandi við fíggjarlógaruppskotið fyri 2024.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder