Mentan

Útselt til Uriah Heep

Atgongumerkini til konsertina við Uriah Heep í Føroyum eru skrædd burtur

Uriah Heep

Uriah Heep

2018-09-03 14:09 Author image
Oda Strøm
placeholder

Áhugin fyri konsertini hjá Uriah Heep í Føroyum er so stórur, at nú slakar tríggjar vikur áðrenn konsertina, eru øll atgongumerkini seld.

Konsertin við Uriah Heep verður í Dansifrøi í Havn leygarkvøldið 22. september.

Uriah Heep er bretskur rockbólkur, sum vann fram í sjeytiárunum, og sum framvegis ferðast víða kring heimin at spæla konsertir. Tónleikurin hjá Uriah Heep hevur verið væl umtóktur í Føroyum, og nú bólkurin fer at hava sína helst seinastu konsert í Føroyum, er stórur áhugi fyri at sleppa at uppliva teir.

Uriah Heep hevur spælt tríggjar ferðir í Føroyum áður. Teir høvdu tvær konsertir í Føroyum í 1988 og eina í 1990. Uriah Heep gevur stutt fyri konsertina í Føroyum út nýggja plátu. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder