Skúlablaðið/Jákup Bogi Joensen: Eina ferð um vikuna pakka næmingar í triðja flokki í Skúlanum við Løgmannabreyt ryggsekkin og hava náttúruna sum pall og skúlastovu. Talan er um eitt væl umtókt og væl eydnað átak.
Frísk luft, rørsla, sansaligar upplivingar og læring.
Tað eru nógvir fyrimunir við at flyta skúlagongdina úr skúlastovuni og út í náttúruna.
Tað heldur Jón Kragesteen, varaskúlastjóri í Skúlanum við Løgmannabreyt í Hoyvík, sum í fleiri ár hevur staðið á odda fyri sokallaðum útiskúla.
– Vit kunnu læra nógv av náttúruni og um sambandið millum náttúru og menniskju, sigur hann og leggur dent á, at upplivingin og njótingin í náttúruni er intens hvørja ferð.
Útiskúlin við Løgmannabreyt fevnir um næmingar í triðja flokki. Hvønn mikudag pakka tey sær ryggsekkin við matpakka og hóskandi, heitum klæðum og fara út í náttúruna. Túrarnir eru ymiskir og sera fjølbroyttir, á markinum millum býarlendið og villu víddirnar. Tey ferðast víða um og vitja støð um alla høvuðsstaðarkommununa, tó ikki bygdirnar uttan fyri Havnina.
– Viðarlundirnar, eitt nú undir Kerjum og í Gundadali, eru gull verdar, og áirnar, tær eru Hoydalsá, Havnará, Rættará og Sandá, eru altíð ein uppliving fyri seg, sigur Jón Kragesteen.
Hann hevði tó viljað, at avvarðandi myndugleikar vístu størri ans fyri náttúru og útilívi og á fleiri støðum um býin skipaðu so fyri, at tað bar til at vera undir taki eina løtu við umstøðum at brenna bál, eta matpakka og vera í lívd.
Men annars eru umstøðurnar til útilív sum heild góðar, heldur hann, og spennið á túrunum er bæði vítt og breitt: Hoyvíkshagin, Hvítanes, Hoydalar, Boðanes, Villingardalur, Argjaboði, Argjahamar, Marknagil, Norðasta Horn, Havnardalur og Kirkjubøreyn bara fyri at nevna nøkur fá úr óendaligu rúgvuni. Fyri ikki at tosa um søguligu støðini í gomlu Havnini, á Tinganesi, við Skansan og úti við Strond og so framvegis.
Serliga væl minnist Jón ein túr av Norðasta Horni um veturin. Tað var lagstur nógvur kavi, og tá komið var upp í hæddirnar, var ikki hugsandi at halda leiðina fram. Neyðugt var at venda við og fara oman aftur saman veg, sum tey komu upp á bakkan.
– Tí lærdu vit nógv av, sigur hann.
Hann heldur, at tað er sunt at fara at mørkum, men ongantíð at vera býttisliga treiskur og fara um mørkini, tí náttúran ræður sær sjálvari, og kreftirnar eru øgiligar. Virðingin fyri náttúruni og trygdin mugu altíð koma í fremstu røð, sigur hann.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald