2026-06-06 12:45
Í morgin, sunnudagin er Tórshavnar Marathon á skránni, og í hesum sambandi eru fleiri vegir stongdir í Tórshavnar kommunu. Eisini Eysturoyartunnilin er stongdur, meðan renningin fer fram, boðar kommunan frá.
Vegir stongdir klokkan 12.30-19.30:
- Niels Finsens gøta frá Sverrisgøtu oman á Vaglið
- Mylnugøta
- Tinghúsvegur frá Bøkjarabrekku oman til Áarvegin
- Bringnsagøta frá Húsabrúgv oman til Áarvegin
- Tórsgøta frá Sverrisgøtu oman til Vágsbotn
- Vágsbotnur
- Áarvegur
- Kopargøta
- Havnargøta
- Yviri við Strond
- Hoyviksvegur frá Óðinshædd til Eystara Ringveg
- Eystari Ringvegur til Hvítanesvegin
- Hvítanesvegurin til rundkoyringina við Vegin Langa
Vegir stongdir klokkan 12.45-14.30
- Eystari Ringvegur frá Hvítanesvegnum til rundkoyringina á Hálsi
- Jónas Broncks gøta
- Bøkjarabrekka frá Steinatúni niðan til R.C. Effersøes gøtu
- Ferðslan í R.C. Effersøes gøtu og Bøkjarabrekku er einvegis
Vegir stongdir klokkan 13-18
- Landsvegurin frá rundkoyringini við Vegin Langa/Hvítanes til Eysturoyartunnilin
- Landsvegurin frá rundkoyringini við Eysturoyartunnilin til Kaldbaksbotn
- Eysturoyartunnilin stongdur
- Landsvegurin frá Kaldbaksbotni til rundkoyringina Inni í Firði í Kollafirði stongdur
Vegir stongdir klokkan 14 til 17
- Kaldbaksvegurin frá Kaldbaksbotni til Kaldbaks
Broytingar í bussleiðini
Í sambandi við Tórshavnar Marathon eru eisini broytingar í bussleiðini í høvuðsstaðnum sunnudagin seinnapart.
Klokkan 13 til 15 koyrir bussleiðin ikki, og frá klokkan 15 til 19 eru hesar broytingar á leiðunum 2 og 3:
- Leið 2 koyrir eftir Stoffalág, Hoyvíksvegnum, Gripsvegnum, Steinatúni og síðan víðari eftir ferðaætlanini
- Leið 3 koyrir eftir Sundsvegnum, Vegnum Langa og sama veg oman aftur í miðbýin
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald