Mentan

Hitt aftaná hitt: Flo Rida fer á pallin klokkan 21

Hetta verður størsta einstaka konsertin, sum er hildin innandura í Føroyum. Omanfyri 3000 fólk vilja hoyra hittini hjá amerikanska rapparanum

Klárt við Tjarnir

Klárt við Tjarnir

2026-06-06 14:56 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tað verður lagt upp til tað heilt stóra í kvøld tá Flo Rida fer á pallin við Tjarnir.

Atgongumerkjasølan hevur gingið sera væl og væntandi vera tað omanfyri 3300 áhoyrarar. Tað ger hetta til størstu einstøku konsert, sum er hildin innandura í Føroyum. Tá Bryan Adams spældi við Tjarnir í fjør vóru beint niðanfyri 3000 áhoyrarar, og tá James Blunt spældi í Høllini á Hálsi í 2021 vóru 2800 fólk á konsert.

46 ára gamli rapparin fer á pallin klokkan 21 og hann fer at framføra øll síni stóru hitt. Hann fekk sítt stóra gjøgnumbrot í 2007 við sanginum “Low”, ið gjørdist eitt satt hitt og lá á fyrsta plássi á amerikanska Billboard Hot 100 í heilar 10 vikur. Síðani tá hevur hann givið út hitt eftir hitt, ið hava dominerað dansigólv, hitlistar og festivalpallar kring allan heim.

Fyriskipararnir heita á fólk um at fáa sær armband áðrenn tey koma niðan í høllina, tí roknast kann við bíðirøð. Armbond fáast á Hotel Djurhuus millum klokkan 15 og 18. Dyrnar lata upp klokkan 20.

Atgongumerki kunnu keypast við dyrnar.

H71 skipar fyri tiltakinum í samstarvi við Eventz.fo og við Tjarnir.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder