Mentan

Útigudstænasta í Gundadali annan hvítusunnudag

Stóra útigudstænastan á Ovara vølli í Gundadali verður 2. hvítusunnudag klokkan 11

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2023-05-24 13:49 Author image
Sverri Egholm
placeholder

2. hvítusunnudag klokkan 11, verður stóra útigudstænastan á ovara vølli í Gundadali.

GHM og Havnar Hornorkestur fara aftur í ár at spæla til sálmasangin.

Prestarnir siga, at tað er ikki neyðugt at hava sálmabók við, tí sanghefti er gjørt til endamálið. Dentur verður lagdur á, at hetta er ein guðstænasta fyri øll.

Eftir guðstænastuna verður ein drekkamuður at fáa í Badmintonhøllini við onkrum afturvið. Okkurt gott er eisini til børnini.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder