2022-08-20 14:38
Sunnudagin klokkan 11 skipar Argja kirkja fyri útigudstænastu á AB-vøllinum fyri øll.
Hetta er aðru ferð, at Argja kirkja heldur gudstænastu á vøllinum á Argjum. Seinast var jólaaftan 2021. Nú er summar og høvi hjá Argja kirkju at fara undir tað vanliga virksemi á henda hátt.
Undir gudstænastuni framførir kvinnubólkurin Tabitha, og aftaná verður kirkjukaffi og okkurt søtt og sunkist til børnini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald