Innanlands

Útgjaldið úr ALS hækkar

Løgtingið hevur í dag við 3. viðgerð samtykt uppskotið hjá Helga Abrahamsen. Hægsta útgjaldið hækkar úr 17.500 krónum uppí 18.500 krónur um mánaðin. Inngjaldið lækkar úr 1,25 prosentum niður í 1 prosent av lønini

Mynd: Jens Kr. Vang

Mynd: Jens Kr. Vang

2020-12-10 16:11 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Á nýggjárinum hækkar útgjaldið, sum arbeiðsleys kunnu fáa frá ALS. Løgtingið hevur í dag samtykt við 3. viðgerð, uppskotið hjá Helga Abrahamsen, landsstýrismanni, um at hækka útgjaldið úr 75 prosentum uppí 80 prosent av lønini. Hægsta útgjaldið hækkar samtíðis úr 17.500 krónum uppí 18.500 krónur um mánaðin.

Eisini inngjaldið til ALS verður broytt á nýggjárinum. Inngjaldið lækkar úr 1,25 prosentum niður í 1 prosent av lønini. Henda broytingin verður gjørd í kunngerð.

Umframt hesar broytingarnar samtykti løgtingið eisini at gera aðrar tillagingar í lógini um ALS. Millum annað skal føroyska arbeiðsloysisskipanin samsvara betur við norðurlendska sáttmálan um almannatrygd, og kærunevndirnar hjá Arbeiðsloysisskipanini og Barsilsskipanini verða lagdar í somu kærunevnd.

Sambært stýrinum fyri ALS er fíggjarliga haldførið hjá skipanini somikið gott nú, at skipanin megnar at standa ímóti einum arbeiðsloysi uppá 8 prosent í eini 12 samanhangandi ár. Miðal arbeiðsloysið síðani 1998 hevur verið sløk 4 prosent.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder