
Fyrr í hesum mánaðinum skrivaði Bakkafrost undir sáttmálar við fyritøkurnar Malltek, RV-tøkni og Nomatek um útbygging av Høll D á smoltstøðini á Viðareiði við 2.000 m3.
Hesum boðar Bakkafrost frá í dag.
Høllin verður útgjørd við nýggjastu tøkni, og útbyggingin fevnir eisini um dagføring av biofiltri og vatnendurnýtslu, soleiðis at upp móti 99 prosent av vatninum verður endurnýtt.
Íløgan er ein liður í felagsins strategi at ala laksin longri á landi, ið fer at merkja lægri lívfrøðiligan váða og betri fiskavælferð.
Eftir ætlan verður nýggja høllin klár at taka í nýtslu á sumri 2023.
Í løtuni starvast umleið 20 fólk á støðini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald