Innanlands

Útbygging av havnarlagnum í Fuglafirði fingið umhvørvisgóðkenning

Ætlanin er at víðka verandi bryggju í Fuglafirði við einum øki upp á uml. 10.000 m2 út frá verandi bryggju

2024-06-02 14:05 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Umhvørvisstovan: Umhvørvisstovan hevur hin 31. mai 2024 givið P/F Havsbrún umhvørvisgóðkenning til at fylla grót á sjógv í sambandi við útbygging av havnarlagnum í Fuglafirði.

Ætlanin er at víðka verandi bryggju í Fuglafirði við einum øki upp á uml. 10.000 m2 út frá verandi bryggju.

Til útfyllingina skulu brúkast uml. 230.000 m3 av gróti. Víddin á nýggja økinum verður umleið 10.000 m2. Nýggja økið skal brúkast til tvær størri goymslur og uml. 300 m av nýggjum kaikanti. Grótið til útfyllingina kemur úr frysti- og goymslutunlum, sum Havsbrún og Bergfrost ætla at gera í Fuglafirði, og metir Umhvørvisstovan, at týðandi nøgd av plasti kann vera í grótinum, og at plastið kann flotna upp, tá grótið fer á sjógv.

Plast í havinum er ein týðandi og vaksandi umhvørvistrupulleiki um allan heim, og er tað tí umráðandi at avmarka nøgdina av plasti, sum fer á sjógv, mest møguligt.

Umhvørvisgóðkenningin setur treytir til virksemið, m.a. at serlig tiltøk skulu setast í verk, sum tryggja at plastleivdir ikki fara út í umhvørvið.

Avgerðin kann kærast til landsstýriskvinnuna í umhvørvismálum

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder