Innanlands

Føroyar skulu vera undangonguland á vitlíkisøkinum

Ein nýggj heildarætlan, sum fevnir um 14 átkøk, er gjørd. Hendan er tøk á nýggju heimasíðuni vitliki.fo..

2026-11-24 16:59 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fíggjarmálaráðið: Aksel V. Johannesen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, hevur í dag fingið handað heildarætlanina fyri vitlíki í Føroyum fyri árini 2027–2030. Ætlanin setur felags kós fyri, hvussu Føroyar við ábyrgd kunnu gagnnýta vitlíki til at styrkja fólkið, málið og búskapin.

Handanin fór fram á almennum tiltaki í Kongshøll í Havn, har Nicolai Mohr Balle, deildarstjóri í Talgildu Føroyum á Gjaldstovuni, handaði landsstýrismanninum heildarætlanina.

Á tiltakinum vóru eisini framløgur frá Martin Zachariasen, Iben Nyholm Debes, Hans Kára Vang, Anne Mette Greve Klemensen og Niels Winther, sum úr ymiskum sjónarhornum lýstu møguleikarnar og avbjóðingarnar við vitlíki í føroyska samfelagnum.

Heildarætlanin fevnir um 14 átøk, sum eru skipað í tríggjar súlur: fólkið, málið og búskapin, ið byggja á ein felags grundvøll. Visjónin er, at Føroyar skulu vera eitt undangonguland, ið vísir, hvussu ein smátjóð við ábyrgd kann gagnnýta vitlíki.

Heildarætlanin er tøk á nýggju heimasíðuni vitliki.fo. Har ber eisini til at brúka vitlíki til at leita í tilfarinum frá arbeiðisbólkinum í heildarætlanini.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder