Innanlands

Útbúgva starvsfólk til hjálpi-roykkavarar

Tey fyrstu 14 starvsfólkini á Varðanum Pelagic hava tikið útbúgving sum hjálpi-roykkavari. Í næstu viku fara 14 onnur á skeið

(Mynd: Varðin Pelagic)

(Mynd: Varðin Pelagic)

2020-05-22 18:30 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Fyrstu 14 starvsfólkini á Varðanum Pelagic hava tikið útbúgving sum hjálpi-roykkavari

Hesar síðstu tríggjar dagarnar hava fyrstu 14 starvsfólkini luttikið í skeiði, sum gevur teimum førleika sum hjálpi-roykkavari.

Ein hjálpi-roykkavari er eitt starvsfólk, sum kennir sítt arbeiðspláss væl, og sum í tilfelli av eldi kann hjálpa tí lokala sløkkiliðnum. Ein hjálpi-roykkavari kann virka sum vegvísari, so at sløkkiliðsfólkini koma skjótt til eldin, hjálpa við at opna hurðar, vísa hvar størstu virðini eru, so at tey kunna bjargast fyrst, og vísa á serliga sárbær umráðir.

Endamálið við útbúgvingini er eisini at geva luttakarunum neyðugu vitanina, og neyðugar royndir, so at tey kunna virka í tí dagligu tilbúgvingini.

Arbeiðsplássið fær við hjálp av hjálpi-roykkavaraútbúgvingini, eisini eitt fyribyrgjandi átak í móti eldi, sum er tann størsti vandin fyri eitt so stórt virkið.

Í næstu viku verður enn eitt hold av 14 fólkum útbúgvin sum hjálpi-roykkavari.

placeholder
placeholder