Amerikanski herflotin hevur sent fleiri herskip avstað við kós móti Iran.
- Best er um einki hendir, men vit ansa væl eftir hvat hendir í landinum, segði Donald Trump við tíðindafólk umborð á forsetaflogfarinum Air Force One, undir ferðini heimaftur frá World Economic Forum í Davos í Sveits.
Í farnu viku tók Trump hóttanir sínar um at leypa á Iran aftur, sum hann annars hevði sett móti prestastýrinum í landinum.
Sambært Hvítu húsunum vóru hóttanirnar sleptar, tí forsetin hevði støðgað ætlanunum um at avlíva mótmælisfólk, ið vóru fongslað, skrivar Ritzau.
Amerikanskir miðlar hava hesa seinastu vikuna boðað frá, at amerikanski flogberin, USS Abraham Lincoln, ikki longur luttekur í venjingum í Suðurkinesiska havinum, men hevur sett kós móti Miðeystri.
Umborð á kjarnorkurikna flogberanum eru vanliga fleiri túsund herfólk og nógv stríðsflogfør, og eisini eru onnur herskip, sum fylgja við. Enn hevur USA ikki váttað alment, at flogberin er á veg til Miðeysturs.
Iranskir myndugleikar kunngjørdu mikudagin fyrstu almennu deyðstølini frá mótmælunum, sum hava verið runt um í landinum síðani síðst í desember.
Sambært Iran eru 3.117 mótmælisfólk dripin. Mannarættindafelagsskapir siga, at veruliga deyðstalið kann vera nógv hægri.
Seinastu dagarnir tykjast mótmælini at vera minkað, skrivar Ritzau.
Trump hevur fleiri ferðir nevnt møguleikan fyri hernaðarligar atsóknir móti Iran, eftir at USA stuðlaði og var við í 12 daga longu ísraelsku atsóknini í juni, hvørs endamál var at oyðileggja iransku rakett- og kjarnorkuætlanirnar.
Donald Trump hevur ávarað um, at USA fer at leggja uppí, um mótmælisfólkini verða dripin. Men hóast høgu deyðstølini, ið verða nevnt, hevur USA ikki gjørt álvara av hóttanunum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald