Innanlands

Høvdu ikki arbeiðsloyvi

Tveir útlendingar, sum arbeiddu sum ferðaleiðarar í Føroyum, vórðu handtiknir í gjár – Upprunaliga var ætlanin at grundlógaravhoyra teir í dag, men avgerð er nú tikin um, at teir verða afturhildnir í trý samdøgur

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2026-05-24 09:47 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í gjár handtók løgreglan tveir útlendingar, sum arbeiddu sum ferðaleiðarar í Føroyum.

Tað var fyrrapartin í gjár, at løgreglan fekk fráboðan um, at hesir arbeiddu uttan arbeiðsloyvi í Føroyum, og tað er brot á útlendingalógina, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn.

Ferðaleiðararnir vóru í Kalsoynni, og tá báturin kom aftur úr Kalsoynni seinnapartin í gjár, var løgreglan klár at handtaka teir.

Teir hava sovið í arrestini í nátt, og ætlanin var at grundlógaravhoyra teir klokkan 13, men eingin grundlógaravhoyring verður kortini.

Vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn sigur, at avgerð er tikin um, at teir verða afturhildnir í trý samdøgur - galdandi frá klokkan 16 í gjár, tá teir vórðu handtiknir.

Dagførd kl. 11.38

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder