Uttanlands

USA: Metnógvir migrantar steðgaðir seinasta árið

Seinasta árið eru fleiri enn 1,7 milliónir migrantar afturhildnir við markið millum Meksiko og USA, ið er nýtt met – Fleiri enn vanligt hava roynt at sleppa sær yvirum markið meira enn eina ferð

Migrantar fastir í Norðurmeksiko (Mynd: EPA)

Migrantar fastir í Norðurmeksiko (Mynd: EPA)

2021-10-23 14:53 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Seinastu 12 mánaðirnar eru fleiri enn 1,7 mió. migrantar afturhildnir við markið millum Meksiko og USA, upplýsir amerikanska marknaløgreglan, Customs and Border Protction (CBP).

Um hugt verður at fíggjarárinum frá oktober til síðst í september, er talan um hægsta talið nakrantíð. Áðrenn var størsta talið í ár 2000, har migrantar vórðu afturhildnir 1,6 milliónir ferðir.

Viðvíkjandi nýggja methøga talinum skal tó havast í huga, at USA hevur havt strangan marknapolitik undir koronafarsóttini.

Síðan mars 2020 er eitt stórt tal av migrantum, sum ikki hava havt neyðugu innferðaskjølini, útvíst, eftir at tey hava roynt at sleppa sær yvirum markið til USA orsakað av serligu koronureglunum. Hetta hevur elvt til, at fleiri fólk enn vanligt hava roynt meira enn eina ferð at sleppa inn í landið, skrivar Ritzau.

Tey, sum í fíggjarárinum 2021 hava roynt at sloppið inn í USA uttan neyðug loyvi, koma í høvuðsheitum úr Meksiko, Guatemala, Honduras og El Salvador.

64 prosent – 1,1 millión av teimum afturhildnu eru vaksin uttan børn. 145.000 børn eru komin uttan vaksnar fylgjarar, og tað er eisini eitt methøgt tal.

Amerikanski forsetin, Joe Biden hevur heitt á migrantar uttan neyðug loyvi, um ikki at royna at sleppa sær yvirum markið til USA. Málið um migrantar hevur eisini verið ein stór politisk avbjóðing hjá forsetanum, og sambært meiningakanningum er tað á hesum økinum, at hann klárar seg minni væl, halda veljarar.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder