2026-05-05 11:35
Ein persónur varð í gjár skuldsettur fyri fleiri ferðir at hava stolið úr einum handli í høvuðsstaðnum.
Tjóvaríið varð meldað, eftir at starvsfólk í handlinum høvdu sæð nakrar av stolnu vørunum til sølu á Rótikassanum á Facebook.
Løgreglan fann fram til viðkomandi, sum hevði sett stolnu vørurnar til sølu og fór heim til viðkomandi, og har fann løgreglan fleiri stolnar vørur.
Vaktleiðarin á løgreglustøðini kundi ikki upplýsa, hvørjar vørur talan var um, ella hvørjum handli tær vóru stolnar úr.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald