Grindaformenninir í Norðoyggjum sýta fyri at drepa grind, í sambandi við at grindaformaðurin í Hvannasundi er meldaður í sambandi við eitt grindadráp, sum var í 2024.
Fyri kortum lat man eina grind, sum var sædd av Viðareiði, fara, og tískil eru tað møguliga norðoyingar, sum sóknast eftir einum kóki.
Sí eisini: Lótu grind fara í Norðoyggjum
Og í dag er ein møguleiki. Í sambandi við grindina í Sandavági í gjár, 125 hvalir og 809 skinn, verða sjey hvalir sendir til Klaksvíkar.
- Røktarheimini og sambýlini fáa fyrst og siðani verður tað eftir først til mølle prinsippinum, sigur Karl Johansen við Norðlýsið.
Fólk kunnu møta upp í klaksvíksgarðinum eftir klokkan 16. Ungir dreingir skera grindina upp, so tað er bert neyðugt at møta upp við ílæti, staðfestir borgarstjórin í Klaksvík.
Umframt drápspartarnar vóru eisini heimapartar til húskini í Vága og Sørvágs kommunu.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald