Uttanlands

USA: Melduródnir kravt í minsta lagi 26 mannalív

Fleiri melduródnir hava seinastu dagarnar rakt í minsta lagi sjey statir

Belvidere í statinum Illinois (Mynd: EPA)

Belvidere í statinum Illinois (Mynd: EPA)

2023-04-02 13:42 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Fleiri melduródnir hava seinastu dagarnar rakt í minsta lagi sjey statir í USA.

Boðað hevur verið frá í minsta lagi 60 melduródnum, og tær hava tilsamans kravt í minsta lagi 26 mannalív í statunum Arkansas, Indiana, Alabama, Illinois, og Mississippi.

Umframt hetta eru fleiri hundrað fólk løstað.

Myndugleikarnir í raktu statunum hava enn ikki yvirlit yvir allar oyðileggingarnar.

Sambært Ritzau varð í gjárkvøldið boðað frá, at í minsta lagi 85 milliónir fólk eru ávirkað av ódnarveðrinum, og yvir 610.000 húski og fyritøkur høvdu mist streymin.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder