Uttanlands

USA: Løgreglumaður fekk 15 ára fongsul fyri at hava dripið littan drong

15 ára gamli Jordan Edwards varð skotin í høvdið

2018-08-30 11:56 Author image
Ari av Rana
placeholder

Ein hvítur løgreglumaður í Texas var í gjárkvøldið lokala tíð dømdur 15 ára fongsulsrevsing fyri at hava skotið og dripið ein littan tannáring í einum bili í Dallas í apríl í fjør.

Løgreglumaðurin, Roy Oliver, var týsdagin funnin sekur í at hava dripið 15 ára gamla Jordan Edwards.

Sakin er óvanlig, tí at tað er sera sjáldsamt, at løgreglumenn verða dømdir sekir fyri morð.

Roy Oliver og ein starvsfelagi koyrdu 29. apríl í fjør út til eina veitslu, har sagt var at persónar undir lógaraldur drukku alkohol. Jordan Edwards og fýra av hansara vinum høvdu júst sett seg í ein bil á veg avstað úr veitsluni, skrivar DR.

Roy Oliver segði fyrst, at hann skeyt eftir bilinum, tí at bilur koyrdi skjótt ímóti løgregluni, men sjónbond vísa, at bilurin royndi at koyra burtur frá staðnum, tá skoti varð.

Jordan Edwards varð skotin í høvdið og doyði á staðnum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder