Uttanlands

USA kannað leivdirnar av hermonnunum: Alt bendir á, at Norðurkorea sigur satt

Leivdirnar, ið Norðurkorea handaði USA, eru ikki falskar

MYnd: Scanpix

MYnd: Scanpix

2018-08-01 14:24 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

27. juli handaði Norðurkorea USA leivdirnar av 55 hermonnum, ið høvdu latið lív í Koreakrígnum í 50unum.

Leivdirnar, sum vórðu handaðar í 55 lítlum kistum, vórðu kannaðar fyri at staðfesta, um talan veruliga var um leivdirnar av hermonnum og ikki leivdir av ókendum fólki ella djórum, sum Norðurkorea fyrr hevur latið frá sær.

Niðurstøðan er tann, at talan heilt víst er um leivdir frá amerikonskum hermonnum, boða amerikanskir myndugleikar frá, sambært DR.

Leivdirnar samsvara við leivdum, amerikanarir sjálvir hava funnið í Norðurkorea.

Umframt leivdirnar hevur Norðurkorea latið samleikaprógv frá einum amerikonskum hermanni, tó veit man ikki, um leivdirnar hjá hermanninum eisini eru millum tær, Norðurkorea handaði USA í farnu viku.

Fleiri enn 7700 hermenn úr USA eru enn saknaðir aftaná Koreakrígnum, ið vardi frá 1950 til 1953, og sum reint formelt ongantíð endaði.

Umleið 5300 amerikanarir lótu lív í økinum, sum í dag er Norðurkorea.

Les eisini: Norðurkorea letur leivdirnar av amerikonskum hermonnum aftur til USA

 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder