Uttanlands

USA hevur skrásett yvir 60.000 tilburðir seks dagar á rað

Nærum 3,8 milliónir tilburðir eru nú skrásettir í USA.

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2020-07-20 08:55 Author image
Niels Pauli Danielsen
placeholder

63.872 tilburðir av Koronavirus vóru skrásettir í USA í gjár. Tað vísa tøl frá John Hopkins University sambært DR.

Hetta er sætti dagur á rað, har USA skrásetur yvir 60.000 tilburðir. Talið er ein lítil vøkstur í mun til dagin fyri, har 60.207 nýggir tilburðir vóru skrásettir.

Samlaða talið av smittaðum í USA er nú komið uppá 3.773.395, meðan 140.534 hava latið lív við smittuni.

---

Fakta: Ikki er vist, at øll eru deyð av covid-19 virus.

Gjørt verður vart við, at tað ikki er vist, at tey fólk, sum eru skrásett at vera deyð orsakað av covid-19, veruliga eru deyð av hesum virus. Altjóða skipanirnar, fyri skjótt at staðfesta og dagføra talið av deyðum, eru soleiðis innrættaðar, at um ein persónur doyr, og viðkomandi er skrásettur at hava verið raktur av covid-19 í einum tíðarskeiði á 60 dagar innan deyðin varð staðfestur, verður hesin skrásettur sum eitt av offrunum fyri heimsumfatandi covid-19 umfarssóttini.

Hetta er gjørt fyri lættari at kunna heinta upplýsingar út úr verandi edv- og kt-skipanum. Sostatt má roknast við, at ein partur av teimum deyðu í uppgerðini eru deyð av orsøkum, sum einki hava við covid-19 smittuna at gera.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder