Uttanlands

USA heldur fram við at seta met fyri nýggjar smittu tilburðir

Tað er serliga staturin Florida, sum er hart raktur í løtuni

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2020-07-17 08:57 Author image
Niels Pauli Danielsen
placeholder

Annan dagin á rað setur talið av nýggjum smittaðum met í USA. Tilsamans fingu 77.300 persónar staðfest Covid-19 seinasta samdøgri í USA, og tað er tað hægsta talið av nýggjum smittutilburðum, síðani smittan byrjaði at breiða seg í landinum. Tað vísa tøl frá John Hopkins University, sambært DR.

Dagin fyri var talið av smittaðum omanfyri 67.000, sum tá var tað hægsta talið av nýggjum skrásettum tilburðum. Áðrenn tey bæði seinastu samdøgrini, hevur talið av nýggjum smittaðum ligið ímillum 55.000 og 65.000 í tíggju dagar á rað.

Síðani endanum av juni mánað hevur tað serliga verið statirnir í sunnara og vestara parti av USA, ið hava verið hart raktir.

Í Florida vóru skrásettir nærum 14.000 tilburðir seinasta samdøgrið.  

USA hevur skrásett yvir 3,5 milliónir smittutilburðir, meðan yvir 138.000 eru skrásett deyð við Covid-19 síðani smittan byrjaði at breiða seg í landinum.

---

Fakta: Ikki er vist, at øll eru deyð av covid-19 virus.

Gjørt verður vart við, at tað ikki er vist, at tey fólk, sum eru skrásett at vera deyð orsakað av covid-19, veruliga eru deyð av hesum virus. Altjóða skipanirnar, fyri skjótt at staðfesta og dagføra talið av deyðum, eru soleiðis innrættaðar, at um ein persónur doyr, og viðkomandi er skrásettur at hava verið raktur av covid-19 í einum tíðarskeiði á 60 dagar innan deyðin varð staðfestur, verður hesin skrásettur sum eitt av offrunum fyri heimsumfatandi covid-19 umfarssóttini.

Hetta er gjørt fyri lættari at kunna heinta upplýsingar út úr verandi edv- og kt-skipanum. Sostatt má roknast við, at ein partur av teimum deyðu í uppgerðini eru deyð av orsøkum, sum einki hava við covid-19 smittuna at gera.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder