Mikudagin upplivdu nøkur eldri fólk í Føroyum, at ein dansktmældur ringdi til teirra og seg seg vera løgreglumann. Hann skuldi verja hesi fólkini móti brotsmanni, sum royndi nøkur at taka lán í navninum á føroyinginum.
Í veruleikanum var tað maðurin, sum royndi at fremja fíggjarligt brotsverk: Fólk skuldi flyta honum pening, soleiðis at hetta steðgaði.
Les eisini: Gevur seg út fyri at vera løgreglufólk – roynir at kroysta pengar úr fólki
Boðini um danska telefonvikaran kom út til miðlarnar mikudagin, og hetta gjørdi mun hósdagin.
Friður var út á mikudagin, men í gjár var aftur galið. Tað gjørdist tó ikki so galið, tí kvinnan, sum ringt varð til, var á varðhaldi.
Vaktleiðarin á løgreglustøðini í morgun upplýsir, at telefonsamrøðan vardi eina løtu, men at kvinnan síðani bara legði á. Hon hevði lisið og hoyrt um tað í fjølmiðlunum, at onkur slík uppringing fór at koma, men at tað var falskt.
Løgreglan fegnast um, at tað endaði so, og at eingin enn hevur mist pening uppá hetta. Tó er ilt at siga, hvat annað verður gjørt í miðlunum: Tað kann vera trupult at finna slíkar, men støðan verður kannað og boð eru send til Danmarkar um málið
Mikudagin segði persónurin seg vera løgreglumann. Hesaferð segði hann seg vera frá NETS. sum er fyritøkan, sum stendur fyri kortum, flytingum og øðrum. Tað var tó eisini á donskum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald