Mentan

Betri Trygging vann Firmakappingina á FM1

Fyrsti vinningur var gisting og 3 rætta matskrá fyri 12 á Hotel Brandan. Tunnil gjørdist nummar tvey.

Betri Trygging

Betri Trygging

2026-09-11 17:54 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tað var Betri Trygging sum vann ársins Firmakapping á FM1. Hetta var í finaluni móti Tunnil, sum umsitur undirsjóvartunlarnar, hósdagin.

Tey á Betri Trygging vóru í góðum stima, tí í hálvfinaluni týsdagin vunnu tey greitt móti Hotel Brandan. Í finaluni vistu tey eisini meginpartin og fingu 15 stig ímóti 10 stigum móti Tunli.

Tunnil hevur eisini staðið sterkt í hesari kappingini, men í finaluni var tað Betri Trygging sum dróg longra stráðið.

Spurningarnir í Firmakappingini á FM1 eru almenn vitan, skipaspurningar, nær var tað, tónleikaspurningar og kendar røddir.

Vinnarin fekk gisting fyri 12 fólk og 3 rætta matskrá á Hotel Brandan. Tunnil sum gjørdist nummar tvey fekk ein túr við Rib62 fyri 12 fólk.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder