Innanlands

Urtagarðstænastan vann fyrsta byggistig

Sunda kommuna hevur gjørt avtalu við Urtagarðstænastuna um at gera arbeiðið í sambandi við fyrsta byggistig av kirkjugarðinum í Hósvík

Jógvan Kruse, borgarstjóri í Sunda kommunu, Haraldur Símunarson Hammer, stjóri í Urtagarðstænastuni og Rógvi Nybo, formaður í teknisku nevnd (Mynd: Sunda kommuna)

Jógvan Kruse, borgarstjóri í Sunda kommunu, Haraldur Símunarson Hammer, stjóri í Urtagarðstænastuni og Rógvi Nybo, formaður í teknisku nevnd (Mynd: Sunda kommuna)

2022-06-22 15:21 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Tíðliga í ár setti Sunda kommuna gongd á arbeiðið at víðka um kirkjugarðin í Hósvík, sum er vorðin ov lítil.

Útbyggingin av kirkjugarðinum verður framd í trimum stigum, og tað verður Urtagarðstænastan, sum skal taka sær av fyrsta byggistigi.

Fyrsta byggistig varð boðið út í mai, og tveir arbeiðstakarar bjóðaðu uppá arbeiðið, skrivar Sunda kommuna.

Fyrsta byggistig umfatar góðar 50 gravir, gøtu niðanfyri kirkjuna, gøtu framvið ánni og umlegging av kloakkleiðing.

Kommunan skrivar, at hon í samráð við Urtagarðstænastuna og ráðgevar hevur gjørt semju um at deila fyrsta byggistig upp í trý økir. Í ár er ætlanin at øki 1 skal gerast liðugt, meðan øki 2 og 3 bíðar til 2023.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder