Uttanlands

Ur hjá Hitler selt á uppboðssølu

Urið varð í vikuni selt fyri tað, sum svarar til nærum átta milliónir krónur á uppboðssølu í amerikanska statinum Maryland, har aðrir lutir, sum høvdu samband við Nasitýskland eisini vórðu seldir – Ein andstyggilig uppboðssøla, siga jødiskir leiðarar

(Mynd: Alexander Historical Auctions)

(Mynd: Alexander Historical Auctions)

2022-07-31 14:10 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í vikuni varð eitt gullur, sum Adolf Hitler hevði átt, selt á uppboðssølu fyri 1,1 milliónir dollarar, ið svarar til uml. átta milliónir krónur.

Tað var Alexander Historical Auctions í amerikanska statinum Maryland, sum skipaði fyri uppboðssøluni.

Urið, sum er av merkinum Huber, hevði ein hakakross og forbókstavirnir hjá Hitler á.

Hildið verður, at Hitler fekk urið í føðingardagsgávu í 1933, sama ár, sum hann gjørdist samveldiskanslari í Týsklandi. Urið varð, sambært auktiónshúsinum, tikið, tá franskir hermenn brutu inn í Berghof, summarbústaðin hjá Hitler, nærindis býin Berchtesgaden, í mai 1945, stutt eftir, at Hitler hevði tikið lívið av sær.

Síðani er urið helst selt og farið í arv gjøgnum fleiri ættarlið.

Tað kann tó ikki prógvast, at Hitler hevur gingið við urinum, men ein óheftur serfrøðingur metir tað vera sera sannlíkt, at Hitler hevur átt urið.

Auktiónshúsið væntaði at fáa selt urið fyri millum tvær og fýra milliónir dollarar, men so varð ikki.

Umframt urið hjá Hitlar, sum sambært BBC varð selt einum dulnevndum keypara, vórðu aðrir lutir, sum høvdu samband við Nasitýskland eisini seldir. M.a. var talan um ein kjóla, sum kona Hitler, Eva Braun, hevði átt.

– Uppboðssølan er andstyggilig

Sambært Ritzau hava jødiskir leiðarar funnist at uppboðssøluni. Í einum opnum brævi søgdu 34 jødiskir leiðarar uppboðssøluna vera andstyggiliga, og kravdu tey, at urið varð tikið av uppboðssøluni, sum gekk fyri seg 28. og 29. juli.

– Meðan tað er greitt, at mann skal læra av søguni, og at veruligir nasistiskir fornlutir hoyra heima á einum savni ella lærustovni, er ikki so við teimum lutunum, tit selja, verður m.a. sagt í brævinum.

Undan uppboðssøluni segði auktiónshúsið við týskar miðlar, at endamálið við uppboðssøluni var at varðveita søguna, og at flestu lutirnir, tey selja, enda í privatum søvnum ella holocaust-søvnum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder