Ups: Drotningin mintist ikki hendingina fyri 62 árum síðani

Eins og í 1959, veittraði drotningin leygarkvøldið til miðvingar, sum vóru savnaðir uttan fyri Hotel Magenta leygarkvøldið. Drotningin minnist bara ikki hendingina fyri 62 árum síðani, segði hon á tíðindafundinum í gjár

(Mynd: Jens Kr. Vang)

(Mynd: Jens Kr. Vang)

2021-07-20 15:56 Author image
Sverri Egholm
placeholder

81 ára Margretha drotning hevur seinastu dagarnar vitjað í Føroyum, og fór av landinum seinnapartin í gjár.

Áðrenn fráferð fekk pressan høvi at seta drotningini spurningar á tíðindafundi í Tinganesi. Her spurdi Kringvarpið um hendingina á svalanum á Hotel Magenta í Miðvági leygardagin, sum var ein endurtøka av føroyaferðini í 1959, tá Margretha, tá sum krúnprinsessa saman við foreldrunum og systrini veittraði til miðvingar.

Tað er vónleyst hjá drotningini at minnast alt, sum hendir á hennara mongu ferðum, og hendan hendingin fyri 62 árum síðani, er eftir øllum at døma farin í gloymskuna.

- Tað er jú long tíð. Tað má man siga. Eg minnist ikki júst hasa hendingina so væl, men sjálva ferðina minnist eg sera væl. Tað var jú nýtt alt fyri meg, svaraði drotningin fólkaliga aftur.

Á ferðini hesaferð vitjaði Margretha drotning í Havn, Svínoy, Fuglafirði, Vestmanna, Kvívík, á Vatnsoyrum, Miðvági, Toftum og á Strondum.

[object Object](Mynd: Jens Kr. Vang)

[object Object]Bjarni Prior, borgarstjóri í Vága kommunu, Margretha drotning og Bárður á Steig Nielsen, løgmaður (Mynd: Jens Kr. Vang)

[object Object]Soleiðis sá út í 1959 (Mynd: Jens Kr. Vang)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder