Innanlands

Uppskotið um at fáa pedagogar til arbeiðis aftur er lagt fram

Men tað er ikki vilji í tinginum at skunda málið ígjøgnum - stór mannamúgva uttan fyri tinghúsið

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2021-06-16 11:30 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Løgtingið var fyri løtu síðani kallað saman í úrtíð fyri at leggja fram málið, sum skal fáa ávísar av teimum padagogunum, sum eru í verkfalli, til arbeiði aftur.

Talan er um pedagogar, sum eru í starvi hjá Almannaverkinum og á stovnum undir Almannaverkinum.

Uppskotið sæst her

17 samgongutinglimir hava skrivað undir at leggja málið fram, men tað eydnaðist ikki samgonguni at savna nóg mikið av undirskriftir so at víkjast kundi frá vanligu tíðarfreistunum.

Tí var tað á tingfundinum í dag einans staðfest, at málið hjá Helga Abraham, landsstýrismanni við arbeiðsmarknaðarmálum, nú er lagt fram.

Jógvan á Lajkuni lýsti næsta tingfund at vera fríggjadagin klokkan 10, tá hetta uppskotið fær fyrstu viðgerð.

Pedagogarnir í verkfalli eru harðliga ímóti, at politiska skipanin nú blandar seg út í teirra verkfalsrætt og halda, at landsstýrismaðurin heldur skuldi fingið starvsfelaga sín í fíggjarmálaráðnum til samráðingarborðið heldur enn at kalla tingið saman.

Nógv fólk vóru savnað uttan fyri løgtingshúsið í dag, men alt gekk friðarliga fyri seg.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder