Innanlands

Uppskot um viðgerð fyri barnloysi kemur í komandi tingsetu

Í dag eru ongar formligar leiðreglur galdandi, tá tað viðvíkur viðgerð fyri barnloysi, men landsstýrismaðurin ætlar at leggja uppskot um hetta fyri tingið, sigur hann í svari til fyrispurning hjá Ingilín Didriksen Strøm

Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum (Savnsmynd: Sverri Egholm

Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum (Savnsmynd: Sverri Egholm

2021-05-19 17:04 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í komandi tingsetu ætlar Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum at leggja uppskot um viðgerð fyri barnloysi fyri tingið.

Tað sigur hann í svari til fyrispurning hjá Ingilín Didriksen Strøm úr Javnaðarflokkinum.

Tingkvinnan vildi hava at vita, hvørjar reglur eru galdandi fyri tey, sum ynskja at sleppa í viðgerð fyri barnloysi. 

Eisini spurdi hon um eitt rundskriv frá 2004 um viðgerð fyri barnloysi, sum staðfesti, at tað almenna kann fíggja viðgerðina fyri upp til tvey felags børn fyri barnleys pør, sum varð sett úr gildi í september í fjør.

Sambært Kaj Leo Holm Johannesen, er talan um eitt mistak. Nevnda umfarsskrivið varð sett úr gildi á heysti í 2006, men av misgáum varð tað lagt út á heimasíðuna logir.fo, men mistakið varð síðani rættað í september í fjør.

Orsøkin til, at umfarsskrivið varð sett úr gildi í 2006 var, at tað løgfrøðiliga ikki varð mett rætt at nýta eitt umfarsskriv sum grundarlag fyri avgerðum um, hvør hevði rætt til viðgerð fyri barnloysi. Hetta skuldi í staðin ásetast við lóg, sigur landsstýrismaðurin.

Í dag eru ongar formligar leiðreglur galdandi, tá tað viðvíkur viðgerð fyri barnloysi. Talan er um eina viðgerð í sjúkrahúsverkinum, og tí kann vísast til galdandi sjúkrahúslóg, sigur hann.

Landsstýrismaðurin upplýsir eisini, at Sjúkrahúsverkið hevur umsitið økið sambært praksis á økinum og hevur fíggjað upp til tvey felags børn fyri barnleys pør.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder