Tilfeingis- og vinnumálaráðið hevur sent uppskot til løgtingslóg um stutttíðarleigu til ummælis.
Við uppskotinum fáa kommunurnar heimild til at skipa stutttíðarleiguvirksemi fyri sítt øki. Hetta kann gerast við at áseta reglur um mest loyvda dagatal fyri stutttíðarleigu.
Samstundis hava kommunurnar skyldu at gera skrá yvir stutttíðarleigumál og hava eftirlit við, at dagatalsmarkið verður hildið.
Lógin fevnir bert um sjálvstøðugar bústaðir, har útleigari ikki hevur sín fasta bústað sambært fólkayvirlitinum og ikki um at avmarka møguleikarnir hjá fólki at leiga út partar av egnum bústaði.
- Politiska málið við hesum uppskotinum er at geva kommunum heimild at avmarka stutttíðarleigu – til dømis gjøgnum Airbnb – fyri ognir, har útleigari ikki hevur sín fasta bústað. Tað kann hava við sær, at útboðið av langtíðarleigumálum veksur, samstundis sum búeindir í økjum, sum kommunali myndugleikin velur út, í minni mun eru áhugaverd at brúka til spekulatión, sigur Eirikur í Jákupsstovu, landsstýrismaður í tilfeingis- og vinnumálum.
Ummælisfreistin er 3. februar, og ætlanin er at leggja uppskotið fyri Løgtingið í tíðliga í vár.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald