Innanlands

Uppsagnir í Atlantic Airways: Vága Sambandsfelag við áheitan til landsmyndugleikan

- Tað kann ikki góðtakast, at tað ið bygt er upp innan flogvinnuna eftir 30 árum, skal brótast niður eftir fáum vikum. 

Vága Sambandsfelag mælir til, at politiski myndugleikin ikki bert hyggur eftir, meðan tjóðarfelagið bløðir út (Mynd: Jens Kr. Vang)

Vága Sambandsfelag mælir til, at politiski myndugleikin ikki bert hyggur eftir, meðan tjóðarfelagið bløðir út (Mynd: Jens Kr. Vang)

2020-05-20 07:24 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Uppsagnirnar í Atlantic Airways halda fram, nú koronastøðan framvegis forðar flogferðsluni og ferðavinnuni. 

Les eisini: 
Atlantsflog: 19 flogskiparar sigast upp
Flogskiparafelagið: Formaðurin og tríggir nevndarlimum uppsagdir
45 flogternur uppsagdar

Í seinastu viku noyddist Atlansflog at siga umleið 90 fólkum úr starvi, og nógvu uppsagnirnar í gjár hava av álvara fingið Vága Sambandsfelag at ressast við. Felagið orðaði í gjárkvøldið eitt tíðindaskriv, har gjørt varð greitt, at "tað er 
hugstoytt at hópuppsagnir verða framdar á Tjóðarflogfelagi okkara Atlantic Airways, eftir bert tríggjar mánaða koronafarsótt"

- Vit halda, at tað kann ikki góðtakast, at tað ið bygt er upp innan flogvinnuna eftir 30 árum, skal brótast niður eftir fáum vikum. 

Vága Sambandsfelag skrivar, at tað ikki er rætt, at  politiski myndugleikin bert stendur á síðulinjuni: 

- Vága Sambandsfelag mælir til, at politiski myndugleikin ikki bert hyggur eftir, at okkara Tjóðarfelag bløðir út, men tryggjar, at felagið kann halda fram við virksemi sínum í óbroyttum líki eftir koronakreppuna. 
Vit heita inniliga á politiska myndugleikan at taka ítøkilig stig til at tryggja, at AA kann halda fram við sínum virksemi, eisini eftir at koronafarsóttin er liðug. 

Skrivið er til Føroya Løgting. Bárður Nielsen, løgmaður, Jørgen Niclasen, fíggjarmálaráðharri og Helgi Abrahamsen, vinnumálaráðharri verða ítøkiliga nevndir.

Les alt skrivið her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder