Innanlands

Upp í 67 metrar um sekundið í hvirlunum

Í fleiri støðum er kolandi stormur og ódn

(Vevmynd: Landsverk)

(Vevmynd: Landsverk)

2021-03-23 20:39 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Veðurstovurnar boðaðu frá nógvum vindi næstu tímarnar, og veðurstøðirnar hjá Landsverki boða frá sera nógvum vindi í kvøld.

Á Oyggjarvegnum við Norðadalsskarð er upp í 67 metrar um sekundið í hvirlunum. Á Sandavágshálsi hava veðurmátararnir hjá Landsverki mált 60 metrar um sekundið í hvirlunum.

Arðastaðni er eisni nógvur vindur. Bæði á Brekkuni Stóru í Sandoynni og á Ørðaskari á Fámjinsfegnum eru 47 metrar um sekundið.

Allar veðurstøðirnar síggjast her á forsíðuni á portal.fo.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder